Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um relevantir spurningar ikki verða settir, er vandi fyri, at eitt mál  verður skeivt lýst.  Vit kunnu lætt fáa eina pressu, ið ber skeiv tíðindir.

Vit síggja, at tað fer fram aðrarstaðir enn í Føroyum, men fer tað eisini fram her.

Og hví?

Landsverkfrøðingurin himself trein herfyri fram á skermin í KVF við Fake News. Hann segði, at 30 milliónir krónur árliga krevjast  til viðlíkahald av Norðoya- og Vágtunlinum. 300 milliónir í 10 ár.

Er hetta krav relevant og rætt? Ella er tað skeivt?

Í Samferðsluætlanini frá LV 2018 -2030, síða 17 stendur, at viðlíkahaldið fyri undirsjóvartunlar er 775 kr. /metur/ár.

Tvs at Vágatunnilin kostar 3,8 mill kr. í viðlíkahaldi um árið.

Norðoyatunnilin kostar 4,8 mill kr. í viðlíkahaldi árliga.

Tilsamans 8,6 mill kr. um árið.

Ikki 30 milliónir, sum landsverkfrøðingurin sigur.

Vit eru fleiri ið vóna, at ein rætting kemur í KVF til skeivu tíðindini, ið KVF, via LV hevur borið út til føroyingar.

Vónandi kann Sigurð Lamhauge eisini sjálvur rætta skeivu upplýsingarnar. Tí trúvirðið annars hongur í einum klønum tráð.

Munur í viðlíkahaldi á vanligari og undirsjóvartunli?
Er ikki relevant at upplýsa um munin á viðlíkahaldskostnaði í undirsjóvartunnil, ið verður goldin við bummgjaldi, og vanligari tunnil ið er skattafíggja 100%?

Tað hevur KVF, ið annars hevur lýst málið nógv, heldur ikki kunnað føroyingar um.

Vágatunnil/Norðoyatunnilin eru T10,5 tunlar. Munur í viðlíkahaldi á eini vanligari tunnil T10,5 og Undirsjóvartunlinum er 25 kr./metur/ár  sambart samferðsluætlanini hjá LV.

Munurin í viðlíkahaldi er sostatt 125000 kr./ár fyri Vágatunnilin og 155000 kr/ár fyri Norðoyatunnilin.

Munurin í viðlíkahaldskostnaði er sostatt 280 túsund árliga fyri báðar tunlarnar. Tað er ikki nógv mugu flest øll vera samd um. At halda lív í tunnilsfeløgunum økir rakstrarhostnaðin við fleiri milliónum krónum árliga. Ríkiligt til at viðlíkahalda ein tunnil.

Landsverkfrøðingsstovnurin gjørdi fyri árum síðani vart við, at umsitingarkostnaðurin av sjálvum tunnilsfeløgunum ikki kundi forsvara at nýta bummgjaldið sum innkrevjingarhátt, tí 30-40 % av søluni fóru til umsiting.

Óneyðuga umsitingin eigur tí at verða avtikin, tí hon er heilt óneyðug nú, ið lánini eru niðurgoldin.

Neyðugt er at viðlíkahalda tunlarnar framyvir – sjálvandi. Og tann uppgávan kostar lítið meira enn viðlíkahaldi av eini vanligari tunnil smb tølum frá LV.

Spurningurin er hví Sigurð Lamhauge kemur við skeivum tølum.

Spurningurin er eisini hví stjórin fyri Vinnuhúsið leypur beint á bláman og gongur beint ímóti vinnuni, ið er skeivu megin tunnilsmunnarnar.

Hvør er tað, ið fyllir hesar stjórar við skeivum upplýsingum so teir totalt missa trúvirðið.

Var tað onkur ið segði viðlíkahaldstungt?

Samdur við Sólbjørn Kjærbæk:

“Tear down this Wall – Bárður Nielsen, løgmaður.”

Hesin skaðiligi múrur, ið umboðar órættvísi, diskriminatión og eykaskatt av vestur og eystur økjunum í landinum SKAL rívast niður beinanvegin.

Vit gjalda veggjald fyri at koyra eftir vegum her á landi.

Marjus Dam

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo