Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Frágreiðing um nýtsluna til byggiverkætlanina “Landssjúkrahúsið, útbygging”

Sambært § 14, stk. 1, í Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 “um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.” kunnu løgtingsgrannskoðararnir áleggja grannskoðanini at gera
frágreiðingar um viðurskifti, ið teir vilja hava lýst. Løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Landsgrannskoðanina um at kanna nýtsluna til byggiverkætlanina “Landssjúkrahúsið, útbygging”, herundir játtanar- og roknskaparviðurskiftini. Landsgrannskoðanin hevur í apríl 2023 latið løgtingsgrannskoðarunum hjáløgdu frágreiðing.

Í frágreiðingini er staðfest:

- at verandi skipan í sambandi við byggiverkætlanir ikki virkar,

- at leiðsla og ábyrgd í sambandi við byggiverkætlanir eru ikki nóg greið,

- at upplýsingar eru lagdar fyri Løgtingið, sum ikki eru eftirfarandi,

- at upprunaligar og endurskoðaðar játtanir og kostnaðarmetingar fyri H-bygningin hava ikki hildið,

- at verkætlanin er seinkað fleiri ár, og hevur ikki hildið upprunaligu og ei heldur endurskoðaðar tíðarætlanir, og

- at landsstýrisfólk hava ikki hildið sínar eftirlitsskyldur.

Viðmerkingar frá løgtingsgrannskoðarunum
Løgtingsgrannskoðararnir halda, at frágreiðingin vísir, at verandi skipan í sambandi við byggiverkætlanir ikki virkar. Tað hevur ikki verið nóg greitt, hvørja ábyrgd og hvønn leiklut partarnir hava havt av byggiverkætlanini.

Løgtingsgrannskoðararnir mæla til eitt greiðari ábyrgdarbýti, har tað landsstýrisfólkið, sum fær játtanina, stendur fyri byggingini, og hevur fíggjarliga og fakliga ábyrgd, soleiðis sum lóg um ábyrgd landsstýrismanna ásetir um býti á málsøkjum.

Sambært frágreiðingini:
· hava tølini í lógaruppskotum ikki altíð verið eftirfarandi,

· eru sparingar gjørdar, sum seinni gerast útreiðslur,

· sæst ikki í fíggjarlógum, hvat er játtað til H-bygningin, og hvat er játtað til annað,

· samsvarar nýtslan illa við játtaðu upphæddirnar, serliga í 2020, 2021 og 2022,

· hevur helst verið meirnýtsla í 2017, 2018 og 2019, tí at rúm tíð gongur, frá tí at Landsverk hevur disponerað, til útreiðslan sæst í Búskaparskipan landsins,

· at kunningin frá Landsverki til sjúkrahúsleiðsluna og Heilsumálaráðið hevur ikki verið røtt,

· var fíggjarstýringin farin av lagi í 2018; brek á fíggjarskipanini og eftirlitunum hjá Landsverki elvdi til, at verkætlanarroknskapurin ikki var eftirfarandi, og

· áttu Fíggjarmálaráðið og Heilsumálaráðið at havt varhugan av trupulleikunum, tá ið grannskoðarin sáddi iva um fíggjarligu stýringina.

Frágreiðingin vísir eisini, at tað oyðileggur gjøgnumskygni, tá ið viðlíkahald og nýbygging eru á somu játtan.

Landsverk hevur ikki stýrt verkætlanini nóg væl. Løgtinsgrannskoðararnir átala hvassliga, at meginamboðið í fíggjarstýringini hjá Landsverki hevur ikki verið brúkt sum tað skal, og at Fíggjarmálaráðið í tí sambandi hevur ikki livað upp til sína eftirlitsskyldu við Landsverki. Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini hvassliga vantandi fakliga og fíggjarliga eftirlitið hjá Heilsumálaráðnum, ið hevur ábyrgd av játtanini, men hvønn mánað hevur váttað roknskapir, sum ikki hava verið í lagi.

Eins og gjørt var fyri 10 árum síðani, mæla løgtingsgrannskoðararnir til at gera nágreiniligar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu stýrast, og hvørja ábyrgd og hvønn leiklut hvør hevur, tá ið almennar byggiverkætlanir verða framdar.

Løgtingsgrannskoðararnir halda, tað er alneyðugt, at frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini verður tikin í álvara og krevja, at myndugleikarnir læra av hesum, soleiðis at framtíðar byggiverkætlanir verða væl fyriskipaðar og fíggjarliga væl stýrdar.

Løgtingsgrannskoðararnir, 3. mai 2023
Jóhannis Joensen, formaður,
Erhard Joensen, næstformaður,
Erling Eidesgaard og
Jacob Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo