Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kvívík: Kvívíkar kommuna fegnast um at Landsverk í hesum døgum hevur sett sjøtil á at gera ein busslumma í Leynum. Hetta fer at økja nógv um ferðslutrygdina hjá ferðandi við bygdaleiðum.

Kvívíkar kommuna hevur í fleiri umførum heitt á bæði Strandferðsluna og Landsverk, um at fáa flutt busssteðgiplássið Frammi á Trøð inn á Leynarveg í Leynum. Sitandi kommustýri hevur víst á eitt øki, matrikul 1q í Leynum, sum Kvívíkar kommuna eigur. Hetta øki liggur á Leynarvegi, einar 300 metrar frá innkoyringin til Leynar.

Kvívíkar kommuna fegnast um, at tað endiliga hevur eydnast at fáa flutt steðgiplássið av landsvegnum. Foreldur hava verið ótrygg og hava ikki torað at latið børn teirra koyrt við bygdaleiðum, tí tey skulu út á ein veg við nógvari ferðslu. Børn og onnur ferðandi skulu út á vegin at standa og bíða eftir bussinum, har einki bussskýli ella steðgipláss hava verið. Hetta hava ikki verið nøktandi umstøður til ferðandi.

Kvívíkar kommuna takkar bæði Landsverk og Strandferðsluni, at tað nú endliga hevur eydnast at fáa tryggar umstøður til ferðandi í Leynum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo