VP fekk hesar tríggjar myndirnar sendandi viðvíkjandi vegnum í sambandi við tunlarnar Norður um Fjall, har spurt var saman við myndunum, hví Landsverk tekur nýtt asfalt av aftur á fleiri 100 kubikkmetrum.
Og nú hevur deildarleiðarin Sigurð Ó. Vang svarað spurninginum:
- Vegagerðin í Hvannasundi (sum myndirnar sýna) er partur av verkætlanini Tunlar norður um fjall.
- Ætlandi verður verkætlanin liðug og avhendað fyrst í 2025.
- Í hesum føri er talan um at arbeiðstakarin ger ábøtur á veguppbygnaðin, tí tað hevur víst seg at vera avbjóðingar har við støðugleikanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo