Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Mánadagin var Dennis Holm, landsstýrismaður, á vitjan hjá saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strondum, sum er kent fyri hágóðskuvørur í bæði Spania og Italia.

Á Vaðhorn tóku Jógvan Gregersen, Jens Martin Knudsen og Jens Kristian Rasmussen ímóti og greiddu frá virkseminum á Vaðhorn, um framleiðsluna, dugnalig arbeiðsfólk og miðvíst fokus á góðsku og góðskustýring.

Landsstýrið hevur sett á skrá, at vinnan skal eggjast til at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið, og hesi viðurskifti vórðu eisini umrødd á vitjanini á Vaðhorn. Umrøða var m.a. av spurninginum um góðsku av fiski, sum verður landaður í Føroyum, og hvussu grannalond okkara hava skipanir, sum eggja til best gjørligu góðsku frá skipunum.

Spurningurin um týdningin av meirvirking og virðisøking varð eisini umrøddur, og greiddi Jógvan Gregersen m.a. frá, hvussu stórt íkast meirvirking av fiski á landi í Føroyum gevur til landsbúskapin samanborið við, tá fiskurin verður útfluttur óvirkaður.

Tað er okkara greiða mál, at so stór virðir sum til ber skulu fáast burturúr okkara tilfeingi øllum samfelagnum at frama, og har hava virkir sum Vaðhorn, sum miðvíst arbeiða við meirvirking og virðisøking, og ikki minst við neyvum fokus á góðsku og góðskustýring, stóran týdning, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Tað arbeiða umleið 80 fólk á Vaðhorn, sum virkar 5.500-6.000 tons av fiski árliga og í ár kemur at hava ein umsetning á omanfyri 300 mió. kr. Umframt at taka ímóti fiski frá føroyskum skipum, so keypir Vaðhorn eisini frystan fisk í grannalondum okkara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo