Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari:  Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni:  Vakmyndatól

Spurningar:   
1. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja løgtingssamtyktini um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól (tingmál nr. 69/2023)?

2. Um landsstýrismaðurin ætlar at fylgja løgtingssamtyktini, nær kann so roknast við, at lógaruppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið?

Viðmerkingar:
Løgtingið samtykti við stórum meiriluta tann 16. mai í ár eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum. 23 atkvøður vóru fyri uppskotinum og tvær ímóti. 

Men í samrøðu við Sosialin tann 9. august í ár verður landsstýrismaðurin endurgivin fyri at siga, at tað hevur ikki skund at avgreiða hetta málið, og sambært blaðnum sær landsstýrismaðurin fyri sær aðrar loysnir enn tær, sum Løgtingið hevur samtykt. 

Um so er, at landsstýrismaðurin ikki ætlar at fylgja løgtingssamtyktini, men heldur velur at ganga sínar egnu leiðir, er best at hann boðar frá hesum beinanvegin, soleiðis at onnur kunnu gera lógaruppskot um hetta og leggja tað fyri Løgtingið. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.  

Á Løgtingi tann 23. august 2024
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo