Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsstýrismaðurin og Capt. Dave Snowden, Commanding Officer (t.v.)

Landsstýrismaðurin og Capt. Dave Snowden, Commanding Officer (t.v.)

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Eftir innbjóðing frá amerikanska herflotanum vitjaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í dag umborð á flogberanum USS Harry S. Truman, sum í løtuni virkar og ger venjingar við einum NATO-flotafylgi í Norðsjónum, útfyri norsku strondina, nærindis Stavanger. Landsstýrismaðurin fleyg út til flogberan úr Skotlandi. USS Harry S. Truman er eitt av heimsins størstu herskipum. 

- Vitjanin umborð á Harry S. Truman er ein liður í at áhaldandi styrkja samskiftið við USA um trygd og verju, so hvørt sum óvissurnar á heimspolitiska pallinum økjast. Beinleiðis samskifti við USA og okkara sameindu er avgerandi fyri, at vit áhaldandi eru við til at mynda trygdar- og verjupolitiskt virksemi um okkara leiðir, og at føroysk sjónarmið verða tikin við, tá støða skal takast til felags avbjóðingar, sigur landsstýrismaðurin.

Eftir ætlan skuldi amerikanski flotamálaráðharrin, Carlos del Toro, vitja í Føroyum í summar, men varð vitjanin avlýst vegna veður. Skipað varð ístaðin fyri einum talgildum fundi, har ráðharrarnir umrøddu trygdarstøðuna í norðurhøvum.

Landsstýrismaðurin og Capt. Dave Snowden, Commanding Officer (t.v.)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo