Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen, hitti norska varaløgmálaráðharran, Hans-Petter Aasen, í Oslo í farnu viku, har teir m.a. umrøddu tilbúgving og revsirætt, sum eru málsøki, ið báðir varða av.

Tilbúgving
Hóast Føroyar eru eitt lítið land, so standa vit við somu uppgávum og avbjóðingum, sum flestu av okkara grannalondum, og serliga millum Føroyar og Noreg eru fleiri umstøður, ið líkjast. Tí heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, at tað hevur týdning fyri Føroyar at skapa sambond og samstarv við norskar tilbúgvingarmyndugleikar. Á fundinum teirra millum greiddi norski vararáðharrin frá, at Stórtingið hevur samtykt eina trygdarlóg, ið skal fáa privatar og almennar aktørar at hava eina felags mynd av tjóðartrygd, digitalari trygd og veitingartrygd.

Noreg hevur sett á stovn ein tjóðar stovn fyri nettrygd. Kritiskt undirstøðukervi – ikki minst á havbotninum – hevur stóran týdning fyri Noreg, sum er størsti gassútflytari í Evropa.

Kríggið í Ukraina hevur víst, hvussu viðbrekin veitingartrygdin í Evropa kann vera. Tí er tað avgerandi, at stjórnin hevur tamarhald á kritiskum veitingum.

Landsstýrismaðurin vísti á, at Føroyar ynskja at gerast partur av teimum norðurlendsku samstørvum ið finnast, millum annað innan tilbúgving og veitingartrygd av kritiskum vørum. Nógv av hesum fer fram í Haga-samstarvinum, ið er norðurlendskt samstarv um sivila tilbúgving, sum Føroyar arbeiða við at gerast partur av.

Revsilógin
Í sambandi við at vit í Føroyum arbeiða við nýggjari revsilóg, sum skal vera betur lagað til føroyska samfelagið, málburð og menning, spurdi landsstýrismaðurin um arbeiðið at gera eina nýggja revsilóg í Noregi, t.d. í sambandi við innihald í revsilógini í mun til aðra serlóggávu, hvussu revsing skal ásetast, samfelagstænastu og viðgerð sum rehabilitering.

Norska revsilógin er sera greið, og tí vísti landsstýrismaðurin eisini áhuga fyri, hvørjar tankar norðmenn hava gjørt sær viðvíkjandi málinum, tá ið lógin var smíðað.

Norski ráðharrin greiddi frá arbeiðnum, sum hevði verið ein stór uppgáva, sum tók fleiri ár at gera liðugt. Norska løgmálaráðið vil á allan hátt stuðla føroyska revsilógararbeiðnum eitt nú við at deila viðkomandi upplýsingar, álit, frágreiðingar og annað.

“Talan var um læruríkan og gevandi fund. Tað gekk sjón fyri søgn, hvussu nógv lond okkara hava í felag á hesum økjunum, og eg gleði meg til framhaldandi samstarvið” sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo