Løgmálaráðið: Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956 og er í nógvar mátar ótíðarhóskandi. Nógv kjak hevur staðist av lógini, og tíðin er nú komin til at endurskoða lógina og gera hana meira tíðarhóskandi.
Fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og í næstum verður farið undir at at lýsa málið nærri. Løgmálaráðið fer í hesum sambandi at hava fundir við áhugabólkar, felagsskapir og onnur, ið kunnu metast at hava týðandi vitan ella áhuga í arbeiðinum, eins og ætlanin er at kanna nærri, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað teirra lóggávu á økinum. Síðani kunnu vit nýta teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði.
Tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lógina og at gera eitt nýtt lógaruppskot, men hetta er nakað, sum verður raðfest.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo