Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur havt vitjan av nýggjum leiðslum í fólkaskúlanum, sum hann hevur sett í starv seinastu tíðina.
Í alt eru tað níggju skúlaleiðslur, og henda vitjanin var ein góður møguleiki at heilsa upp á og ynskja teimum blíðan byr.
Á fundinum var áhugavert prát og kjak um tey evni, sum hava týdning fyri framtíðina hjá skúlaverkinum.
Landsstýrismaðurin greiddi frá sínum ætlanum í sambandi við at menna føroyska fólkaskúlan, samstundis sum hann fekk høvi at hoyra meiningar, hugskot og tankar frá skúlaleiðslunum.
Landsstýrismaðurin vísti á stóra týdningin av leiðslu- og arbeiðsuppgávunum hjá skúlaleiðslunum, og hvussu neyðugt tað er við framskygdum hugsanum, tá um ræður menningina av okkara skúlaskipan.
Landsstýrismaðurin hevur stórar vónir til skúlaleiðslurnar, at teirra førleikar og ágrýtni fara at gera mun fyri bæði lærarar og næmingar.
Vitjanin endaði við einum felagspráti, har møguleiki var fyri at deila royndir og hugskot til, hvussu vit saman kunnu tryggja framhaldandi góðsku, læring og trivnað í føroyska skúlaverkinum.
Nýsettu skúlastjórarnir eru:
Malan Petersen, skúlastjóri í Hvalvíkar skúla
Bára Traustadóttir, skúlastjóri í Nólsoyar skúli
Marjun I. Stauss, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin
Kristianna Vinniedóttir, skúlastjóri í Vestmanna skúla
Jónleif Johannesen, skúlastjóri í skúlanum á Skúlatrøð
Anna Maria Reinert Jensen, skúlastjóri í Hoyvíkar skúli
Joan Kannuberg, skúlastjóri í Húsar-Syðradals skúla
Cecilia Nolsøe Sørensen, skúlastjóri í Sumbiar skúli
Magnus Reimar í Króki, skúlastjóri í Kaldbaks skúla (vantar á myndini).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo