Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hitti í dag Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharra.
Á skrá fyri fundin vóru millum annað komandi verjusemjan hjá donsku stjórnini og ætlanirnar at seta upp lofteftirlitsradara á Sornfelli.
Føroyar skulu hava egnan og virknan leiklut í samstarvinum millum sameind á trygdar- og verjupolitiska økinum, og hetta hevur valla havt størri týdning enn nú heimspolitiska støðan er fyri stórum broytingum.
"Føroyskir myndugleikar - Løgting og landsstýri - eiga at vera partur av øllum avgerðum, sum viðvíkja trygd og verju um okkara leiðir. Í tí sambandi er eisini neyðugt við samstarvið millum føroysku og donsku stjórnirnar, og fundurin í dag legði lunnar undir hesa tilgongd,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Næsti fundur millum Høgna Hoydal og Troels Lund Poulsen verður eftir ætlan í Føroyum í apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo