Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Atlantsflog hevði í 2023 eitt úrslit á knappar 36 mió. kr. eftir skatt, samanborið við 21 mió. kr. í 2022. Hetta ber boð um, at felagið er á rættari kós og væl megnar at standa seg í kappingini við onnur flogfeløg, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ið varðar av flogfelagnum.

Bjarni Kárason Petersen luttók á aðalfundi hósdagin 18. juni. Eingin útskifting var í nevndini, sum sostatt heldur fram. Landsstýrismaðurin fegnast um góða úrslitið.

- Samstundis sum farleiðirnar eru nógvar og fjølbroyttar, er felagið komið væl ávegis at byggja tveir framkomnar flogsimulatorar til tyrlur og flogfør, eins og víðkað verður um hotelvirksemið við Hotel Vágum. Virksemið er vaksið og breiðkað, og tað trúgvi eg kann geva upp aftur meira avleitt virksemi av sær í framtíðini, sigur landsstýrismaðurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo