Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Brot úr framsøgurøðuni hjá Eyðgunn Samuelsen í sambandi við misálitisuppskotið í dag.

Lurtar man eftir orðaskiftinum, so framgongur greitt at landstýriskvinnan byggir sína útsøgn um, at hon onga ábending hevur um trupulleikar við langtíðarhaldførinum, útfrá eini heildarmeting eftir samskifti og arbeiði við sína egnu ráðgeving og stovnar undir henni – sum jú eisini er hennara uppgáva - og ikki bert útfrá frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini.

Tí ber tað als ikki til, at seta útsagnirnar hjá Landsgrannskoðanini og landsstýriskvinnuni upp móti hvørjari aðrari. Tí snakkað verður ikki um tað sama.

Hetta haldi eg er tað sentrala í málinum.

Uttan at geva sær far um hvørjar fyritreytir landsstýriskvinnan baseraði sínar útsagnir á, ber tað ikki til at gera av um hon sigur sannleikan ella ikki. Hon bygdi sína útsøgn á, at hon hevur umrøtt frágreiðingina saman við Stýrinum fyri Bústøðum, at tey fóru at lofta hesum avbjóðingunum, hon hevur umrøtt hvørji stig stýrið vil taka.

Hon viðgongur, at avbjóðingar eru av høgu rentuni, høga kostnaðarstøðinum, tunga rakstrinum og hevur saman við stýrinum tikið stig til átøk og vil gera fleiri, um neyðugt.

Landsstýriskvinnan metti sostatt, at hóast avbjóðingar við byggikostnaði og hækkandi rentu var langtíðarhaldførið nøktandi við tí ætlan, sum Stýrið fyri Bústaðir hevði lagt.

Hon bíðar eftir frágreiðingini frá Januar, sum løgtingsgrannskoðarnir  hava biðið um, og sigur eisini, at um tann frágreiðingin ferð at vísa á trupulleikar við haldførinum, so fer hon at taka fleiri stig. Áðrenn tann frágreiðing fyrilá metti hon ikki, at trupulleikar vóru við langtíðarhaldførinum.

Tí er ongin ivi, fyri mær at landstýriskvinnan byggir sína útsøgn á eina heildarmeting.

Ein kann verða samdur ella ósamdur í hennara meting, men tað hevur ongan týdning fyri um man heldur at landstýrisskvinnan sigur ósatt ella ei.

Fyri henni er tað sannleikin, ið hon sigur, og hon grundgevur fyri hesum sannleika. Og tað er heilt ótrúliga trupult at leggja eitt landsstýrisfólk ella ein annan persón undir at siga ósatt, tá tey gera eina meting um óviss framtíðarviðurskifti.

Tað er tí sera nógv sum talar fyri, at landsstýriskvinnan var í góðari trúgv, tá ið hon endurgav tað, sum hon og Umhvørvismálaráðið høvdu fingið at vita frá stýrinum fyri Bústaðir. Ja, tað vóru avbjóðingar við Bústøðum, men hóast avbjóðingar við byggikostnaði og hækkandi rentu, var langtíðarhaldførið nøktandi við tí ætlan, sum stýrið hevði lagt.

Frágreiðingin frá Januar, ið kom eftirfylgjandi, staðfesti eisini at tað, sambært teirra kanningum, ikki eru trupulleikar við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo