Sirið Stenberg, landsstýriskvinna sum varar av lógini um miðlastuðul, er ikki fegin um skipanina sum er galdandi í dag, har søkjast kann um stuðul til ávísar journalistiskar verkætlanir. Og tað er landsstýrið heldur ikki.
- Vit eru samd um, at skipanin skal broytast, men tað er ikki heilt greitt, hvussu nýggja skipanin kemur at síggja út. Ein arbeiðsbólkur situr við teirri uppgávuni júst í hesum døgum, sigur Sirið Stenberg við VP.
Tey fyrstu árini sum skipanin við miðlastuðli var galdandi varð stuðulin latin til lønarútreiðslur hjá miðlunum. Undir seinasta landsstýri var skipanin broytt, so mesti parturin av stuðlinum fór til verkætlanir, sum miðlar og onnur ætlaðu at fremja og kundu søkja um stuðul til.
- Tann skipanin vísti seg at vera sera trupul at umsita, ikki minst tí at tað var so trupult at manna nevndina, sum skuldi taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Hvar gongur markið fyri redaktionella frælsinum, og nær ger man seg inn á tað? Limirnir í nevndini kastaðu frá sær, sigur Sirið Stenberg.
Hon sigur, at tað tykist ikki sum nakar er glaður fyri skipanina sum er í dag. Hvørki miðlarnir ella politiska skipanin. Tó verður sami leistur helst galdandi í ár afturat, tí lógin má broytast áðrenn leisturin kann broytast.
- Sjálv kundi eg hugsa mær eina skipan, har størri dentur var lagdur á nýmenning á miðlaøkinum, sigur Sirið Stenberg, sum tó ikki vil útdýpa hetta meira, men vísir til arbeiðið sum er í gongd.
Tvær milliónir krónur vórðu settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul í 2023. 70% av játtanini skuldu latast verkætlanum, ið løgdu seg eftir at gera loftborið og skrivligt tilfar við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði. Og 30% av játtanini skuldu latast til lønarútreiðslur hjá viðkomandi miðlum í fjør.
Upphæddin til miðlastuðul varð hækkað við einari millión krónum á seinastu fíggjarlóg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo