Málráðið: Fín vitjan í Reins húsi, tá ið Málráðið og Málstovan fingu Sirið Stenberg við fylgi á vitjan. Hetta er okkum vitandi fyrstu ferð, at landsstýrisfólk hevur verið á vitjan í hølunum hjá Málráðnum, síðan tað var sett á stovn 1. januar 2013, og hetta var við til at gera vitjanina serstaka. Til staðar vóru bæði málráðslimir og starvsfólk.
Arbeiði í Málráðnum
Vitjanin byrjaði við eini rundferð í Reinshúsi, har landstýriskvinnan sá arbeiðsumstøðurnar og fekk høvið at seta seg inn í arbeiðið hjá starvsfólki okkara. Trongligt er undir væðingini, har Málstovan heldur til, men væl bar kortini til hjá okkara trimum starvsfólkunum at siga eitt sindur um arbeiðsuppgávur, dagligan setning og vísa dømi um, hvussu tey útinna sítt arbeiði. Tá ið skrivstovuvitjanin í erva var av, samlaðust øll í “stóra” skrivstovuhølinum í miðhæddini.
Málráðið í dag og framyvir
Helena Kannuberg forkvinna legði fyri við eini hugleiðing um okkara mál og tær avbjóðingar, sum hava verið og eru. Hon segði millum annað soleiðis:
- Vanligt er at siga, at føroyskt er 800 ára gamalt, og tað er ungt fyri eitt mál. Hesi árini er stór broyting farin fram í málinum, og tosa vit í dag ikki eins og føroyskt var tosað tá. Kortini vænti eg, at vit í dag eru eins góð við okkara mál, sum oyggjabúgvarnir tá vóru, og vit ynskja at geva málinum bestu fortreytir at liva og mennast.
Helena Kannuberg nýtti eisini høvið at greiða frá øllum tí, sum er í umbúna, og hvat er á breddanum, tað ið eftir er av árinum:
- Stavsetingarorðabókin er nú komin so mikið væl áleiðis, at vit eru farin at hugsa um rættlestur, og hvussu hesin skal avgreiðast. Vit arbeiða fyri, at rættlesturin fer av bakkastokki seinni í hesum árinum, greiddi forkvinnan frá.
Málráðið er í hesum sambandi í gongd við at fáa nýggja heimasíðu, ið kann hýsa Stavsetingarorðabókini, og nýtt búmerki, sum varð liðugt fyrr í vár, bleiv avdúkað á samkomuni.
Fingurin á pulsinum
Forkvinnan vísti á, hvørja ábyrgd vit hava sum Málráð, og at vit vilja hava fingurin á pulsinum og vita, hvat rørist millum føroyskar málbrúkarar, eins og vit vilja stuðla átøk, sum eru føroyskum at frama. Føroyskir teknmálsbrúkarar og føroyskt teknmál eru eisini fevnd av hesum.
- Vit eru til reiðar at styðja og stimbra øll átøk, sum gagna føroyska málinum. Vit ynskja at bera mál okkara inn í framtíðina og soleiðis varðveita føroyskt sum samfelagsmál í Føroyum. Ábyrgdin hvílir á okkum øllum at geva komandi ættarliðum møguleika at leggja heimin undir seg á føroyskum. Hetta krevur áræði, nærlagni og áhaldandi samstarv millum partarnar, greiddi Helena Kannuberg frá. Samstundis vísti hon á, at Málstovan fær nógv fleiri fyrispurningar, enn vit klára at svara, og vónin er at fáa bøtt um hetta í næstum. Millum annað við at seta skrivstovufólk, fáa greiðari arbeiðsbýti og við tí eisini loysa arbeiðsorku hjá málfrøðingunum til málfrøðiligt arbeiði, umframt at starvsbrotið vónandi hækkar meira.
Eisini kærdi forkvinnan sína neyð um hølistrot, tí verandi skrivstovuhøli var ikki til taks eftir 1. august. Hetta lótu embætisfólkini ikki siga sær tvær reisur, og vit fingu lova at hava neyðugu fundirnar hjá starvsnevnd, fylgibólki og Málráði úti á Eirargarði 2 í bygninginum hjá Almanna- og mentamálaráðnum. Glað vóru vit, at hetta var loyst so smidligt.
Tá ið formliga skráin var liðug, fingu øll høvi at fáa sær ein drekkamunn og eitt gott prát um leyst og fast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo