Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er syndarligt, um tað er so, at russisk skip gera akkurát sum tey vilja í føroyskum sjógvi og havnum. Nú boðar Putin frá møguligum kjarnorkukríggi ímóti Vesturheiminum. Er landsstýrið partur av Vesturheiminum? Jeg ivist. Hetta er ein stór vittigheit. Eitt totalt fríspæl.

Havnirnar standa víðopnar og einki eftirlit er við russiskum skipum í føroyskum sjógvi.

Tað hevur verið frammi í miðlunum, at Fiskimálaráðið niðurraðfestir eftirlit við fiskifør, sum fiska í Føroyum. Vørn hevur áður kært sína neyð, men Fiskimálaráðið lurtar ikki.

Sjálvt um Russland, óprovokerað, hevur valt at fara í kríggj í Evropa og harvið dagliga hóttir vesturlendska heimin, so heldur landsstýrið enn dyrnar víðopnar fyri russiskum fiskiskipum.

Føroyar eru blivnar ein frístaður hjá russarum. Tað er tí av alstórum týdningi, at strangt eftirlit verður hildið við hesi skipini og við tí, sum skipini gera og fiska í føroyskum sjógvi.

Tað er ringt nokk, at vit enn lata russisk fiskiskip gera akkurát sum tey vilja í føroyskum øki. Men hava okur heldur ikki neyvt eftirlit við, hvat tey gera her í hesum tíðum, so ger tað bara ilt verri. 

Tí havi jeg sett fyrispurning til landsstýrismannin, har jeg vil hava at vita:

1. Hvussu ofta ger Vørn eftirlit umborð á russiskum fiskiskipum (herundir skip, sum umskipa) í føroyskum sjógvi?

2. Hvussu ofta hevur Vørn gjørt eftirlit umborð á russiskum skipum, síðan Russland fór í kríggj við Ukraina?

3. Fylgir Vørn neyvt við, hvat russisk fiskiskip fiska og um tey fiska meira enn ásettu kvoturnar av hvørjum fiskaslagi?

4. Hvussu nógv eftirlit vóru við ávíkavist russisk og føroysk skip í 2019, 2020, 2021 og higartil í 2022?

5. Liva eftirlitini hjá Vørn upp til krøvini, sum eru ásett í avtalu við Noreg og ES frá 2020?

Bjarni Hammer, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo