Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landsstýrið hevur fullkomuliga mist tamarhaldið á sær sjálvum.

Tað nýggjasta er, at nú ger mann mun á føroyingum við ætlaðu nýggju prísskipanini hjá SSL. Komandi ár skulu arbeiðarar og aðrir vanligir lønmóttakarar í t.d. Havn rinda meira fyri somu tænastu hjá SSL - hetta tí landsstýrið vil føra fordeilingspolitikk millum miðstaðarøkið og útjaðaran.

Við ætlaðu nýggju prísskipanini setir mann føroyingar upp móti hvør øðrum.

Eg trúi ikki, at hetta fór at henda í 2023 í einum framkomnum landi, við einum sosialistiskum landsstýri - at gera so grovan mun á borgarum alt eftir, hvar tú býr í landinum.

Óskilið heldur fram, nú skulu summi fólk rinda fyri at ganga í nátturuni, og onnur ikki, summi rinda meira fyri almennar tænastur og onnur ikki - fyri somu tænastu.

Tað næsta verður eitt CO2-avgjald til tey, sum ikki hava fíggjarliga orku at leggja um til grønar orkukeldur, tá um ræður diesel, bensin og húsarhaldsolju. Tey skulu rinda fyri tey, sum hava ráð at leggja um til grønar orkukeldur við afturbering av mvg, samstundis sum sosialistiska samgongan ætlandi avtekur hjálparpakkar á nýggjárinum til illa sperdar familjur.

Ein onnur óheppin avleiðing av prísdifferentieringini - munandi at hækka ferðaseðlaprísirnar fyri útlendingar (turistar) - er, at hetta rakar meint tey, sum reka ferðavinnu í útjaðaranum. Roknast kann við einum ávísum prís-elasticiteti, sum hevur við sær, at færri útlendingar velja at ferðast til útjaðaran, sjálvt um tey eru eingangsferðandi - vit tosa her um eina boomerang-effekt, ella negativa effekt á tey ferðavinnurekandi og avleiddar vinnur.

Um meirinntøkur frá hesum málbókinum (turistar), skulu fíggja eina príslækking fyri tey fastbúgvandi á oyggjunum, so stendur tað ikki mát við hvørt annað - tey ferðandi eru nevnliga ikki so nógv í tali (há-árstíð umleið 3 mðr.), so meirinntøkurnar verða sera avmarkaðar, men negativu avleiðingarnar stórar.

Nú er tíðin komin at seta borgarakort í gildi í Tórshavnar kommunu, m.a. við tí fyri eyga, at borgarar í kommununi fáa nakrar ávísar skattafíggjaðar tænastur, sum tey sjálvi eru við til at fíggja yvir skattin - og hini, sum koma uttanífrá og ikki gjalda skatt í kommununi, mugu framyvir gjalda fyri kommunalar tænastur.

Annfinn Brekkstein
varaborgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo