Løgmansskrivstovan: Landsstýrið er í løtuni í tøttum samskifti við Reyða Kross Føroya um at lata neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar, ið hava rakt Sýria og Turkaland.
Neyðhjálpin fer til at veita teimum neyðstøddu fyrstuhjálp og sálarliga fyrstuhjálp, mat, vatn, teppir og sjúkraflutningstænastu.
- Sum partur av altjóða samfelagnum hava vit skyldu at veita neyðstøddum hjálp. Støðan í Sýria og Turkalandi er vanlukkulig, og tað sker í eyguni at síggja menniskju í so svárari neyð, nú teirra hús og heim eru rapað, heldur Aksel V. Johannesen, sum í løtuni er virkandi landsstýrismaður í menningarsamstarvi og neyðhjálp.
Løgtingsviðgerð krevst
Tá fíggjarlógin fyri 2023 ikki er samtykt enn, kann landsstýrið í løtuni ikki av sínum eintingum lata neyðhjálp.
Tí fer Løgtingið væntandi í komandi viku at taka støðu til, um bráðfeingis játtanarlógin skal broytast, so neyðhjálp kann latast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo