Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vinnunevndin: Álit í løgtingsmáli nr. 52/2022: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i forskellige love om ændring af lov om finansiel virksomhed

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur lagt málið fram tann 7. mars 2023 og eftir 1. viðgerð tann 23. mars 2023 er tað beint Vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. og 26. apríl 2023.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Felagið Peningastovnar og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Erhard Joensen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Annika Olsen, Karlot Hergeirsson og Uni Holm Johannesen) hevur hesar viðmerkingar:

Størsta nýskipanin við uppskotinum er, at CRD V partvíst verður sett gildi fyri Føroyar. CRD V er seinasta direktivið hjá EU, sum skal tryggja bankar og onnur kredittfeløg, so sum realkredittstovnar, at hesir hava neyðugu fíggjarligu styrkina (kapitalberedskab), til at standa ímóti møguligum stórum fíggjarkreppum í framtíðini. Partur av direktivinum er, at nasjonalir myndugleikar í góðari tíð kunnu fara inn og gera neyðuga regulering, um mett verður, at systemiskir váðar eru í skipanini nasjonalt.

Millum annað eru nýggj krøv til, hvussu nýggj lán skulu vektast. Hetta hevur týdning fyri, hvussu nógv m.a peningastovnar skulu seta av á fíggjarjavnanum fyri hvørt lán sær.

Ein onnur tíðandi broyting er, hvussu peningastovnar skulu viðgerða og niðurskriva lán, sum koma í eftirstøðu, sokallaða NPE bremsan. Nýggju krøvini siga, at um lán koma í tíðandi eftirstøðu yvir eina tíð, skulu hesi niðurskrivast skjótari enn eftir galdandi reglum. Hetta kann hava negativar avleiðingar fyri kundasambond, sum í dag vildu verið handfarin lagaligari. Lógarbroytingin fer eisini at føra við sær, at lán, sum koma í eftirstøðu, verða viðgjørd beinanvegin og sostatt ikki sleppa at útvikla seg.

Eisini eru aðrar smærri tillagingar, sum m.a. snúgva seg um, at krøvini um útbúgvingar til nevndarlimir í peningastovnum verða dagførd. Allýsingarnar, sum standa fyrst í lógini, verða dagførdar. Eisini verða smávegis broytingar gjørdar í teimum útrokningarháttum, ið verða nýttir, tá føroysku SIFI-peningastovnarnir skulu útnevnast. Tey gjøld, sum fíggjarfyritøkur árliga skulu rinda til Fíggjareftirlitið, verða eisini stillað. Ásetingar eru um, hvussu peningastovnar skulu góðskutryggja nýggjar fíggjartænastur, sum verða seldar kundum peningastovnsins. Starvsfólk, ella fyrrverandi starvsfólk, í einum peningastovni, ið hava boðað frá óreglusemi, t.d. gjøgnum eina fráboðanarskipan, verða frameftir betur vard.

Meirilutin heldur, at atlitið til at tryggja føroyska fíggjargeiran vigar tungt, tá støða skal takast til lógarverk av hesum slagi. Spurnartekin eigur altíð at setast við, um proportionalitetur er ímillum føroysk og altjóða viðurskifti. Yvirskipað metir meirilutin tó, at tað er neyðugt, at føroyska bankakervið lýkur altjóða krøv.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Jørgen Niclasen og Árni Skaale) ásannar, at Løgtingið seinastu nógvu árini tíðum hevur samtykt rúgvusmiklar og torskildar bankalógir. Ofta uttan at tingfólk heilt hava skilt innihaldið. Hetta hevur kravt nógv av bankunum, serliga teimum smærru, og rokningin er send kundunum.

Hesar lógir eru ES-lógir, sum eru gjørdar til ovurstórar bankar. Umsitingarliga er hetta sera krevandi hjá minni bankum, fyri ikki tala um smáar bankar. Hetta verður gjørt eins fyri allar bankar, hóast søgan hevur víst okkum, at tað mest eru størru bankarnir, sum eru farnir á húsagang og ikki teir smærru. Hetta er bæði galdandi her heima og um allan heim.

Fyriliggjandi uppskot er enn ein tynging fyri bankar og kundar her á landi. Við hesum uppskotinum eru tað serliga kundar, sum av onkrari orsøk hava truplar tíðir og ikki heilt klára at rinda tað ásetta í eina tíð. Her hava bankarnir í Føroyum kunnað hjálpt teimum burtur úr støðuni í rúma tíð.

Men við hesum uppskotinum skulu bankar seta munandi meira av í roknskapinum móti hesum kundum. Heilt upp í 1,5 ferðir skuldina hjá kundanum. Tolið hjá bankum má tí minka. Tað kann føra við sær, at vit fara at síggja fleiri húsagangir, eisini hjá vanligum borgarum, sum missa hús og heim.

Tíðin er komin til, at vit gera lógir, sum hóska til tað føroyska samfelagið, eisini á bankaøkinum.

Minnilutin heldur, at nú eiga vit at steðga á. Landsstýrið eigur beinanvegin at byrja eina tilgongd at yvirtaka fíggjarøkið, so vit kunnu gera lógir, sum hóska til føroysk viðurskifti. Eitt land, har allir bankarnir eru lítlir í mun til tað, vit síggja í útheiminum.

Minnilutin tekur við hesum viðmerkingum ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Fylg orðaskiftinum í dag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo