Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-086/2022 frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni, um bankaskipanir og aðrar kjarnuskipanir í hesum sambandi

Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroysku bankarnar, fyri peningaflytingar og handil í Føroyum við gjaldskortum, um okkara sjóvegis kaðalsambond til útheimin slitna, eitt nú orsakað av yvirgangi?

2. Metir landsstýrismaðurin, at tað er ráðiligt, at so kritiskur infrastrukturur sum bankaskipan og gjaldsskipanir, login- og lyklaskipanir, ið verða brúktar túsundatals ferðir um dagin, liggja í einum fremmandum landi, ið vit brádliga kunnu verða avskorin frá í langa tíð?

3. Hvørjar eru fíggjarligu avleiðingarnar av at flyta umrøddu skipanir heim?

4. Hvussu nógv nýggj føroysk kt-størv hevði ein heimtøka av hesum skipanum givið?

5. Ætlar landsstýrismaðurin at áleggja føroysku peningastovnunum at flyta hesar skipanir heim?

Svar til spurning 1.
Skuldi tað hent, at kaðalsambandið til útheimin slitnar, er bert fylgisveinasambandið at dúva upp á. Peningaflytingar hava sera stóran samfelagsligan týdning, men dáturnar fylla lutfalsliga lítið, og eru bert ein lítil partur av dátustreyminum, sum verður fluttur til og úr Føroyum.

Í eini kreppustøðu ber til at raðfesta dátuflutningin og eisini at raðfesta ímillum ymisk sløg av peningaflytingum, so at týdningarmestu peningaflytingarnar fáa hægstu raðfesting.

Fylgisveinasambandið skal tí vera nóg gott til at tryggja, at mest týðandi dáturnar kunnu verða fluttar, hóast mest sum alt sambandið verður kvett.

Sum er, ber til at flyta mest neyðugu dátur umvegis fylgisvein. Fylgisveinasambandið verður í hesum døgum gjørt enn betri, og tí er vandin fyri stórari dátuflutningskreppu lítil og minkandi.

Landsstýrið arbeiðir nágreiniliga við at styrkja nettrygdina og at gera skipanir fyri at styrkja tilbúgving og skipanir, ið kunnu tryggja netsamskiftið hjá føroyingum bæði innanhýsis og í sambandinum út í heim.

Svar til spurning 2.
Tað er trupult at meta um avleiðingarnar, skuldi tað ringasta hent, at alt sambandið varð kvett og allar dáturnar vóru í útlandinum.

Hetta er ein orsøk til, at eg haldi at peningastovnsskipanirnar og -dáturnar allar áttu at verið í Føroyum, men, sum svarað í fyrra spurningi, er nógv gjørt fyri at tryggja nøktandi fjarskiftissamband, so týdningarmesti dátuflutningurin ikki hevði verið lagdur niður, hóast vit í aðrar mátar høvdu verið mest sum avskorin frá útheiminum.

Svar til spurning 3 og 4.
Fyri føroysku KT-vinnuna og føroyska samfelagið sum heild, var tað eitt ómetaliga stórt bakkast, tá føroysku peningastovnsskipanirnar vórðu fluttar av landinum frá 2004 og fram til 2010. Í hesum árunum, sum eru liðin síðani, kundi Elektron, saman við øðrum føroyskum og útlendskum veitarum, havt ment egnar skipanir víðari og ment nýggjar skipanir og nýggjar KT-úrdráttir til gagns fyri føroyska brúkaran, fyritøkurnar her á landi og tað almenna. Eg ivist onga løtu í, at við føroysku KT-fyritøkunum á odda, høvdu hesar skipanir, mentar og riknar í Føroyum, verið á hædd við, um ikki betri, enn tær skipanir, sum peningastovnarnir brúka í dag.

Tað verður trupult og kostnaðarmikið at flyta hesar skipanir aftur til Føroya. Bara tað at siga sáttmálar upp við SDC varð í 2016 mett at kosta uml. 220 mió. kr. Harafturat kemur so kostnaðurin av at menna og reka nýggjar KT-skipanir. Í 2016 læt táverandi landsstýri gera eina forkanning av einari møguligari heimtøku av peningastovnsskipanunum. Tá var niðurstøðan, at ein heimtøka av hesum skipanum kundi gerast við fyrimuni, bæði fyri peningastovnarnar og fyri føroyska samfelagið sum heild. Talan var um eina forkanning og Felagið Peningastovnar var ikki samt í niðurstøðunum í kanningini.

Ein heimtøka hevði økt munandi um virksemið í føroysku KT-vinnuni og nógv nýggj KT-arbeiðspláss høvdu komið í kjalarvørrinum av slíkari heimtøku. Ógjørligt er at meta neyvt um, hvussu nógv arbeiðspláss talan hevði verið um. Kanningin frá 2016 eigur at verða fylgd upp, og tað ætli eg at taka stig til.

Svar til spurning 5.
Í samgonguskjalinum er hesin spurningur ikki umrøddur, men sum nevnt omanfyri, fari eg at taka stig til at fylgja kanningini frá 2016 upp og at viðgera, hvat kann gerast fyri at menna egnar skipanir og harvið bæði okkara KT-vinnu, okkara førleikar og okkara trygd sum fólk í hesum landi.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 11. mai 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo