Føroyska sjómansmissiónin: Ársins vikuskiftið hjá Føroysku sjómansmissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík vikuskiftið 28. – 30. apríl.
Tá savnast kvinnur úr sjómanskvinnuringunum um landið til ársstevnu, har ymiskt viðkomandi og áhugavert verður at hoyra og uppliva. Hugaligt er eisini at hitta vinir og kenningar, sum standa í sama arbeiði.
Á skránni verður millum annað sangur, talir, heilsanir, frágreiðingar, áhugatími, tos um arbeiðið, hugnaløtur, burturluting og gudstænasta.
Góður matur verður at fáa, sum menn koma at gera og servera.
Umstøðurnar eru góðar í Leguhúsinum, so sæð verður fram til eitt gott og gevandi vikuskiftið. Tekning er neyðug og síðsta freist er týsdagin 18. apríl.
Allar kvinnur eru vælkomnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo