Skúlablaðið/Gitte Klein: Herfyri komu boðini um, at landsroyndirnar hjá 4. og 6. flokki vóru sera væl hepnaðar - alt hevði gingið væl. Eg gjørdist sera bilsin, og tað rokni eg við onnur við mær eisini vórðu, tá eg frætti hesi tíðindi, tí hetta var als ikki tann myndin, eg hevði av royndunum.
Ikki tí, um endamálið við royndunum var at fáa tøknina at rigga, so gamaní vóru fáir trupulleikar, sum vit ikki høvdu roynt áður. Ella um endamálið var at tryggja, at næmingarnir skuldu klára seg illa og í mongum førum fara úr royndarhølinum við eini neiligari kenslu bæði mótvegis royndum og egnum avriki, so eydnaðust royndirnar til eitt 12-tal.
Skuldu royndirnar hinvegin siga nakað um fakliga støðið hjá næminginum, soleiðis at lærarin kann snikka eina næmingalagaða undirvísing saman til ávísa næmingin, og á henda hátt menna hann, má sigast, at royndirnar dumpaðu, og tað so dyggiliga. Fokusið í landsroyndunum var ikki at meta um fakliga støðið hjá næminginum, men hinvegin sýna allar tær snildir, sum liggja í tøknini, uttan at taka fyrilit fyri, um hetta hjálpir næminginum í royndarstøðuni, ella um tað órógvar. Royndirnar, og sertakliga tær í nátturu og tøkni, bóru dám av at vera óneyðugt, tøkniligt glitur uttan veruligt innihald.
Felags fyri allar royndirnar
Fari her at lýsa, hví eg meti, at einstøku royndirnar dumpaðu, men fyrst fari eg at vísa á nøkur viðurskifti, sum vóru felags fyri allar royndirnar. Trupult var at loysa fleiri uppgávur, tí spurningur og svarmøguleikar ikki vóru á somu síðu. Hetta merkir, at næmingurin, fyri at svara spurninginum rætt, noyðist at skrolla aftur og fram, fyri at finna rætta svarið. Til dømis var ein spurningur í lesifatan til 4. flokk ein uppskrift upp á kokosmakrónir, har næmingurin skuldi siga, hvussu nógv tilfar skuldi í.
Av tí at venjingarnar eru tiknar av netinum aftur, havi eg ikki atgongd til konkreta spurningin og improviseri svarmøguleikarnar eitt sindur:
4 egg, 250 g. av sukri, 400 gr. av mjøli
3 egg, 225 gr. av sukri og 375 g. av mjøli
4 egg, 400 g. av mjøli og 225 g. sukri
Sum sæst er lítil munur á svarmøguleikunum, og tí er alneyðugt, at teir verða lisnir saman við sjálvari uppskriftini, men hetta var ikki møguligt, og tí máttu næmingarnir skrolla aftur og fram millum spurning og svarmøguleika.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo