Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Próvstovan: 724 næmingar, 381 dreingir og 343 gentur í 54 4. flokkum hava verið til roynd í lesiførleika og staviførleika í føroyskum umframt støddfrøði og náttúru & tøkni.

742 næmingar. 382 dreingir og 360 gentur í 55 6. flokkum hava verið til roynd í lesiførleika, staviførleika og málførleika í føroyskum umframt til roynd í støddfrøði og náttúru og tøkni.

Luttøku prosentið er omanfyri 90 og í alt eru omanfyri 6.400 einstøk avrik send inn umvegis skipanina Svar.fo, ið Próvstovan rekur saman við Námi.

- Eftir nakrar hendingar fyri 2 árum síðan, tá gamla skipanin Dokeos fór í svart, eru vit nú á rættari leið. So at siga eingir trupulleikar eru við skipanin, ið vit hava sett í verk í staðin, sigur Regin Marnersson, stjóri í Námi og á Próvstovuni. Henda skipanin riggar væl og nøktar tann tørv, vit hava á slíkari skipan at hava royndir og próvtøkur í til fólkaskúlan sum heild.

Skipanin hevur sjálvvirkandi rættað øll avrikini.

Foreldur at øllum nærum 1.500 næmingum í 4. og 6. flokki kunnu saman við teirra barni innrita í skipanina longu ein tíma eftir, at royndin er liðug og síggja úrslitið hjá teirra barni.

Lærarar og skúlaleiðslur fáa lyklatøl úr skipanini sama dag royndin er hildin. Floksmiðal, skúlamiðal og landsmiðal eru tøk 2 tímar eftir at royndin er liðug, og lærarar sleppa at viðmerkja svarini hjá næmingunum, ið síggja hvat teir hava svarað, um tað er rætt, og hvat lærarin hevur at viðmerkja.

Næsta royndin í svar.fo er próvtøka hjá 9. og 10. flokkunum og ársroyndir hjá 8.fl um nakrar vikur og síðan sjúkraroyndir í august.

Allar uppgávurnar, bæði til landsroynd , ársroynd og próvtøku eru gjørdar í Føroyum av føroyskum lærarum saman við Námi og Próvstovuni.

Próvstovan letur ársfrágreiðing um úrslit og lyklatøl frá ársins landsroynd av hendi hálvan juni í ár. Tá fæst at vita, hvussu næmingar hava klárað seg í ár. Í almennu frágreiðingini stendur at lesa, hvussu næmingar sum heild klára seg, og hvussu roynarhaldið hevur gingist og hvørjar generellar eygleiðingar kunnu gerast burturúr hagtalsgrundarlagnum. Harafturat fær landstýriskvinnan serligt og nágreiniligari innlit í tølini, ið hon kann nýta í umsitingini av skúlaverkinum sum heild.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo