Landsliðini eru í fullum fyrireikingum til komandi uppgávur.
Hetta skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.
A-landsliðið hjá monnum hevur EM-undandystir móti ávikavist Rumenia í mars og Ukraina og Eysturríki í apríl, meðan U21-landsliðið fyrireikar seg til HM, sum verður í Grikkalandi og Týsklandi í juni og juli.
Lutakastið til U21-HM verður týsdagin 17. januar.
U19-landsliðið hevur eisini vant saman, og fyrireika hesir seg til HM, sum verður í Kroatia í august.
Á skrá hava verið venjingar, bæði í hallum og styrkirúmi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo