Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mánadagin 11. mars fer Håkan Ericson at úttaka ársins fyrsta landsliðshóp - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin 11. mars fer Håkan Ericson at úttaka ársins fyrsta landsliðshóp - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin 11. mars fer Håkan Ericson at úttaka ársins fyrsta landsliðshóp - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fitt av landsliðsvirksemi er á skránni í hesum mánaðinum. U17 dreingirnir fara til Gibraltar, har UEFA menningarkapping er á skránni frá 14. til 19. mars, meðan U17 genturnar skulu spæla EM-undankapping, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars.

Harafturat skulu A-landsliðið við monnum og U21-landsliðið eisini í eldin. Fyri U21 er talan um EM-undankappingardyst móti Portugal, sum verður á útivølli hósdagin 21. mars.

Og meðan undankappingardystur er á skránni hjá U21, skal manslandsliðið spæla tveir venjingardystir. Fríggjadagin 22. mars møtast Føroyar og Liktinstein á Marbella Football Center í Spania, og fýra dagar seinni, týsdagin 26. mars spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á Brøndby Stadion.

Í hesum sambandi verður boðið til tíðindafund í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 11. mars klokkan 10:00. Fyrst verður tað Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, ið fer at kunngera hópin til dystin móti Portugal, og síðani fer Håkan Ericson, venjari hjá A-landsliðnnum, at kunngera hópin til venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo