FSF: Dysturin hjá A-landsliðnum við kvinnum móti Norðurírlandi var ikki bert hin seinasti í hesari undankappingini. Hetta var eisini seinasti dysturin hjá John Petersen sum høvuðsvenjara á landsliðnum.
Eftir fimm ár í venjaratoyminum hevur høvuðsvenjarin nevniliga valt at takka fyri seg. Í sjónbandinum niðanfyri kanst tú hoyra John seta orð á dystin móti Norðurírlandi og avgerðina um at steðga sum landsliðsvenjari.
Komandi undankapping hjá kvinnunum byrjar í september næsta ár, og áðrenn tað eru venjingardystir á skránni í vár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo