Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sólorka: Hesa vikuna er føroyski landsliðshópurin í frælsum ítrótti á venjingarlegu hjá Sólorku í Spania.

Í ferðalagnum eru 21 íðkarar.

Harafturat eru landsliðsvenjararnir Jógvan Glerfoss, Randi Kúrberg og Rigmor Napoleonsdóttir Arge og ferðaleiðarin Gunnvá Wardum frá sersambandinum fyri frælsan ítrótt.

Íðkararnir venja bæði hart og dúgliga. Nakrar heildarvenjingar eru, men venjararnir leggja eisini dent á eina rúgvu av servenjingum við teimum einstøku íðkarunum.   

Á leguni er onkur løta til aðrar upplivingar undir sólini. Tá ber sjálvandi eisini til at royna seg í onkrari aðrari ítrótt. Eitt nú hava bæði kvinnur og menn spælt “landsdystir” móti dønum í sandflogbólti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo