Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Súni Selfoss, viðmerkir keðiligu støðuna í Bústaðir. Hann titulerar seg sum leigara hjá Bústaðir.

Tað er í hesum føri í undirkantin.

Súni Selfoss er eisini formaður í Starvsfelagnum, har 5 av limunum, sum starvast hjá Bústaðir hava fingið ætlanarskriv.

Súni Selfoss var valevni hjá Javnaðarflokkinum til seinasta val. Javnaðarflokkurin hevði greiðar meiningar um Bústaðir.

Valskrá Javnaðarfloksins var ikki í samsvar við støðuna í Bústaðir.

Tað átti Javnaðarflokkurin at vita tá og um ikki tá, so í dag.

Av tí at sannleikin bleiv avnoktaður, er støðan í dag, at Javnaðarflokkurin (ikki Súni Selfoss) hevur tikið avgerðir, sum skaða Bústaðir meira enn neyðugt.

Onki at gera, ella at venda blinda eyga til, er eisini ein avgerð.

Ein avgerð, sum altíð er skeiv.

Súni Selfoss leigar frá Bústaðir. Leigan er 2/3 av tí hon eigur at vera. Tað merkir, at Landskassin betalur 1/3 av húsaleiguni hjá Súna Selfoss.

Eg roknaði hetta nágreiniliga út, alment, fyri fáum árum síðan.

Kanska okkurt er broytt síðan, men tað havi eg so ikki hoyrt og ei heldur kannað.

Tað merkir so eisini, at Súni Selfoss hevur fleiri áhugamál í Bústaðir.

Munurin, millum inntøkur og útreiðslur hjá Bústaðir skal fíggjast.

Antin við uppsøgnum av limum í Starvsfelagnum ella noyðist formaðurin í Starvsfelagnum at gjalda hægri leigu.

Tað er greitt, at Súni Selfoss tosar um eina triðju loysn, sum er at Landskassin framhaldandi skal gjalda 1/3 av hansara húsaleigu umframt løn til limir hansara.

Í hesum tíðum, tá Landskassin sparur á niðastu rók kann ikki roknast við at henda loysn verður vald.

Politiskir flokkar eru ymiskir á máli um Bústaðir og endamálið við Bústaðir.

Tað keðiliga er, at politikarar sum oftast tosa so langt frá veruleikanum.

Teir vita altíð hvat er skeivt hjá hinum, men lurta ongantíð eftir tá hinir greiða frá skeivleikum hjá teimum sjálvum.

Politikarar hava nú í nógv ár sagt ósatt um Bústaðir.

Minnist meg rætt hevur politiskt kríggj við ósannindum verið í meira enn 10 ár um Bústaðir.

Um Bústaðir skal vera til ella hvussu Bústaðir skal vera til, veit ongin, tí uttan mál og mið, hjá Bústaðir, ber ikki til at hava eina sakliga meining.

Politiskt dugnaloysi er tí orsøkin til at Búskaparkreppa er einasta brúkta loysn á Bústaðartrupulleikum í Føroyum.

Ósakligheitin longi livi!

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo