Reyði Krossur Føroya fer at hava landsinnsavning til frama fyri hjálpararbeiði sunnudagin 21. november klokkan 19.
Talan er um beinleiðis sending sum verður send á Rás1 og á tv.fo.
- Í sendingini verða áhugaverdar samrøður, innsløg og live tónleikaframførslur við eitt nú Týr, Gretu, Leu Kampmann og Robert McBernie, sigur Reyði Krossur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo