Reyði Krossur: Fylg við á KVF sunnukvøldið 27. oktobur kl. 19:00, tá árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi verður send beinleiðis úr Fiskastykkinum í Sandavági.
Landsinnsavningin er ein møguleiki hjá okkum øllum – fólki og fyritøkum - at savna pening til at hjálpa, har neyðin er størst – bæði her heima og úti í heimi. Við at lata eina peningaupphædd kanst tú vera við til at gera veruligan mun.
Fyritøkur, feløg og kommunur kunnu fáa stuðulsupphæddina vísta á rullandi breddanum, sum verður at síggja niðast á skíggjanum undir allari sendingini. Fyri at tryggja sjónligheit frá byrjan av sendingini, skráset endiliga stuðulin longu nú á www.redcross.fo/fyritøkur.
Í sendingini vera rørandi samrøður og innsløg um hjálpararbeiðið, undirhald og tónleikaframførslur við eitt nú Vágaverk, Guðrið Hansdóttir, Jasmin og Beinir.
Les meira um landsinnsavningina og hvussu tú kanst stuðla á https://redcross.fo/studla/landsinnsavningin/.
Hjartans tøkk til øll, sum hjálpa Reyða Krossi at hjálpa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo