Blái Krossur: Landsinnsavnanin 2022 hjá Bláa Krossi Føroya verður útsett til 01. oktober 2022.
Blái Krossur Føroya ynskir at geva rúm og pall til megnar hjálpararbeiðið, ið einstaklingar og neyðhjálparfeløg taka stig til, nú kríggj herjar í Ukraina. Meir kann lesast her um avgerðina.
Tískil verður eingin landsinnsavnan 27. mars, men vit koma sterkt aftur í heyst, tí sendingin er útsett til 01. oktober.
Fleiri fyritøkur hava longu stuðlað og vit siga stóra takk fyri alla vælvild og stuðul. Tað ber sjálvandi enn til at stuðla arbeiðnum hjá Bláa Krossi.
Sendingin verður á júst sama hátt og upphædd og navnið á fyritøkum, kommunum o.ø, ið stuðla verður víst undir sendingini 1. oktobur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo