KVF: Málið um listina í Sandoyartunlinum verður tikið upp í Landsferðslunevndini.
Tað upplýsti Michael Boolsen, fúti, fyri Degi og Viku í gjárkvøldið.
Landsferðslunevnin er eitt samstarv millum politiið og Landsverk, sum eru ferðslu- og vegamyndugleikar. Aftrat sær hava tey Akstovuna og Ráðið fyri Ferðslutrygd sum ráðgevandi partar.
Landsferðslunevndin er tískil eitt forum, har partarnir viðgera ivamál og spurningar, sum hava við ferðslu at gera, áðrenn avgerðir verða tiknar av avvarðandi pørtum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo