Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Landsfelag Pensjónista: Í hesum døgum hevur NSK, Nordisk Samarbets Komité, ársfund í Føroyum.

NSK, sum hevur høvuðsskrivstovu í Stockholmi, er ein felagsskapur fyri pensjónistafeløg í Norðurlondum.

Í fleiri ár hevur Landsfelag Pensjónista, LP, verið limur í NSK.

NSK hevur tveir árligar fundir, ið vera hildnir uppá skift millum limalondini, Svøríki, Finnland, Danmark, Noreg, Ísland og Føroyar. Men sum ikki einaferð, hevur Korona lagt fót fyri hesum síðani mars í fjør.

Fundurin útsettur fleiri ferðir
Hetta er annars aðru ferð í søgu Landsfelag Pensjónista, at vit eiga tørn at skipa fyri NSK-fundi.

Ársfundurin skuldi havt verið hildin í Føroyum í mai í fjør, men orsakað av Korona varð hetta av ongum. Í staðin varð hann hildin umvegis Zoom. Og tað hevur verið lagið tvær ferðir síðani. Men nú eydnast endiliga at hava fund á vanligan hátt, og hann verður í Havn.

Fundurin byrjar longu nakrar fáar tímar eftir, at útlendsku fundarluttakararnir loftvegis eru komnir til landið mikudagin 15. september.

Seminar
Hósdagin verður eitt seminar, har skipað verður fyri fyrilestrum.

Umframt tveir sviar, ið at hava fyrilestrar umvegis Zoom, eftirsum ikki bar til hjá teimum at koma hendavegin, fara Pál Weihe, yvirlækni, professari og granskari, og Eina Eliassen Phd-lesandi, bæði tvey frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, at greiða frá Koronustøðuni í Føroyum og hvussu heilsustøðan yvirhøvur er millum eldri føroyingar.

Dansiringurin hjá Trónda
Áðrenn teir 19 útlendingarnir fara av aftur landinum fríggjadagin, verður høvi hjá teimum at heilsa uppá landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Hóskvøldið verður vitjað við Gjógv, har Hanus G. Johansen, troubadourur, fer at undirhalda eina løtu við sangi.

Koyrt verður gjøgnum nýggja og snøgga undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna, har eingin ivi er um, at listaverkið hjá listamanninum Trónda Patursson er eitt upplivilsi, ið norðurlendsku gestirnir ongantíð koma at gloyma.

Beate L. Samuelsen (myndin) er forkvinna í Landsfelag Pensjónista.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo