Beate L. Samuelsen, forkvinna: Greinin snýr seg um, hvussu pensjónsnýskipanin, sum kom í gildi 1. januar 2020, ávirkar teir mongu pensjónistar, sum framvegis arbeiða aftaná at hava rokkið pensjónsaldur og hava eina eyka inntøka (egininntøka umframt fólkapensjón og Samhaldsfasta), alt eftir, um teir eru ógiftir ella giftir og eru føddir áðrenn ella aftaná 1953.
Fyri nakrar pensjónistar kann ein grein sum hendan við grafum og tølum tykjast í so turrisligur lesnaður.
Men í veruleikanum er hon viðkomandi, eftir sum Landsfelag Pensjónista fleiri ferðir um vikuna fær fyrispurningar um pensjónir og eyka inntøkur.
Tað eru sostatt fleiri, ið ikki kenna síni pensjónsviðurskifti og tí vil undirritaða í stuttum greiða frá, hvussu mótrokningin ávirkar pensjónistar.
Landsfelag Pensjónista hevur tí heitt á Almannamálaráðið um at greina, hvussu mótrokningin í fólkapensjónini er, tá ein hevur eyka inntøku útyvir fólkapensjónina og Samhaldsfasta (AMEG).
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo