Landsfelag Pensjonista: Leygardagin 20. apríl hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund, har m.a. nevndarval var á skránni.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali og tríggir varalimir.
Í nevndina vóru vald: Erhard Jacobsen, Vága Pensjónistafelag og Jákup Andreasen, Eldrafelagið Vesturskin.
Sum varalimir vóru vald: Maria Olsen, Pensjónistafelagið Hugni, Elna Lamhauge Strøm, Pensionistafelagið í Havn og Annvør Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði.
Nevndin í Landsfelag Pensjónista hevur skipað seg soleiðis:
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Ingeborg Vinther, næstforkvinna
Alfred Olsen, nevndarlimur
Jákup Andreasen, nevndarlimur
Erhard Jacobsen, nevndarlimur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo