FSF: Í annaðkvøld klokkan 18.00 verður seinasti landsdysturin á Tórsvølli í ár bríkslaður í gongd. Tað er A-landsliðið við kvinnum sum tá tekur ímóti Ungarn, og hóast fleiri ymisk tiltøk vóru sett á skrá í samband við dystin, so eru hesi nú avlýst vegna íkomnu koronastøðuna í føroyska samfelagnum.
Umframt at skipa fyri VIP tiltaki fyri innbodnum gestum, skuldi nýggja menningarætlanin fyri kvinnur í fótbólti eisini leggjast alment fram áðrenn dystin í morgin. Harumframt var eitt fjepparatiltak við Skansanum eisini sett á skrá fyri yngru fjeppararnar, sum í dystinum móti Spania í september settu sín stóra dám á Tórsvøll. Øll hesi tiltøk eru nú avlýst fyri at virða koronastøðuna og nýggjastu tilmælini frá myndugleikunum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.
Vit høvdu glett okkum til at gera nógv burturúr hesum seinasta heimadystinum í ár, og kvinnurnar hjá okkum vóru sjálvandi eisini spentar at kenna tann stuðulin, sum tær fingu ímóti Spania fyrr í heyst, aftur til hendan dystin. Men undir verandi umstøðum meta vit tað ikki vera ráðiligt at savna fólk úr øllum landinum til innandura tiltøk í samband við dystin, og tí binda vit um heilan fingur og avlýsa sosialu tiltøkini, sjálvt um tað hóvar okkum illa, sigur Virgar Hvidbro.
Hóast tiltøkini í samband við dystin eru avlýst, so kunnu áskoðarar allíkavæl koma til dystin undir teimum treytunum, sum eisini vóru galdandi fyrr í koronatíðini. Hetta inniber, at leys pláss verða sett av millum hvørja bílegging fyri at tryggja frástøðu millum áskoðararnar.
Atgongumerkjasølan til dystin millum Føroyar og Ungarn er her. Atgongumerkini kosta 95 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung í aldrinum 0-14 ár kunnu koma ókeypis til landsdyst. Um tað ikki liggur fyri at koma á Tórsvøll, ber eisini til at síggja dystin beinleiðis á Rás1 í Televarpinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo