Landsbanki Føroya: Finn Østrup, professari á Copenhagen Business School hevur granskað danskar fíggjarkreppur aftur til 1300 talið. Sambært Østrup gera hesi fýra viðurskifti seg galdandi í árunum undan eini fíggjarkreppu:
Høgur búskaparvøkstur
Stórar príshækkingar á ognum (sethúsum og virðisbrøvum)
Stórt bjartskygni (um t.d. veksandi sethúsaprísir)
Stórur vøkstur í skuld hjá húsarhaldum og fyritøkum.
Sambært Østrup hevur danski búskapurin seinastu 10 árini verið eyðkendur av trimum teimum fyrstu punktunum. Tað sama kann sigast um føroyska búskapin; hann hevur seinastu 10 árini verið eyðkendur av høgum búskaparvøkstri, stórum príshækkingum á sethúsamarknaðinum, og partvíst væntanir um veksandi sethúsaprísir (bjartskygni)
Fjórða punktið; stórur skuldarvøkstur, eyðkennir ikki danska búskapin í løtuni, metir Østrup, tí donsku húsarhaldini eru als ikki eins skuldarbundin í dag, sum tey vóru undan kreppuni í 90’unum og í 2008. Heldur ikki føroysku húsarhaldini eru so skuldarbundin.
Flestu føroysku húsarhaldini hava í dag eitt lágt skuldarlutfall; einans 5% av føroysku húsarhaldunum, sum hava eina skuld omanfyri 2 mió. kr., skylda meira enn 3 ferðir teirra samlaðu árligu inntøkuna; tey eru um 950 í tali burturav umleið 19.300 húskjum (2023).
Hinvegin er bústaðarbyrðan økt munandi síðani rentan byrjaði at hækka, heldur Finn Østrup; tað er nógv dýrari hjá húsarhaldum at seta búgv í dag, enn fyri bara nøkrum heilt fáum árum síðani, og tí er ov tíðliga at avvísa, at prísfall kunnu koma fyri á sethúsamarknaðinum, metir hann
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo