Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Við niðurleggingini av Landsbankanum spardi landið pengar.

Fyri færri pengar verða nú allar uppgávurnar røktar á fullgóðan hátt, umframt at landið fær meira afturat.

Búskaparráðið hevur nú óheftar skrivarar á Fróðskaparsetrinum. Haraftrat kann Fróðskaparsetrið nú fara at bjóða útbúgving í búskaparfrøði.

Hagstovan er styrkt, og gjaldførisfyristingin er munandi styrkt á Gjaldstovuni.

Um Landsbankin verður endustovnaður, so verður alt hetta mist, umframt skal ein dýr húsaleiga til eitt nýtt leigumál.

Tað vil siga, at eingin útbúgving verður innan búskaparfrøði, Búskaparráðið missur sína fyrisiting, umframt at Gjaldstovan og Hagstovan mugu spara munandi.

Umframt hesar skerjingar, fara útreiðslurnar hjá landinum at økjast.

Landsbankin kostaði einar 11 milliónir krónur í rakstri, áðrenn hann var niðurlagdur, og raksturin av allari Sands kommunu er einar tvær milliónir minni.

Tí er stóri spurningurin, hvat endamálið er við at endurstovna Landsbankan.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo