Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit leigarar í Smæruni eru vónbrotnir og harmir, nú okkara leigumál eru uppsøgd, tí miðfyrisitingin vil troka seg inn í okkara hølir.

Eftir innanhýsis fund í dag heita vit á almenna myndugleikan um at umhugsa málið at nýggjum og finna aðra loysn.

Í Smæruni eru 15 leigumál við tilsamans 40 arbeiðsplássum, sum hýsa nærum 20 fyritøkum og áhugafeløgum.  

Vit harmast almikið um, at Starvsfelagið hevur gjørt av at siga okkara leigumál upp, og ikki minni undrast vit á, at barna- og útbúgvingarmálaráðið við landskassanum í rygginum uttan fyrilit velur at køva okkara spírandi og gevandi umhvørvi heldur enn at umhugsa aðrar óskaðiligar loysnir.

Vit, sum leiga í Smæruni, hava trivist væl í hesum samansetta umhvørvinum við íverksetarum, smærri fyritøkum, sjálvsognarstovnum, áhugafeløgum og øðrum.

Sjón gongur fyri søgn, at fleiri fyritøkur eru vaksnar burtur úr Smæruni tey árini, konseptið við einum tyssi av fyritøkum undir einari lon hevur virkað.

Vit halda felagsskapin í Smæruni vera eitt fyridømi, sum bæði kommunalir myndugleikar og landsmyndugleikar áttu at tikið til sín og stuðlað uppundir heldur enn at køva.

Sitandi landsstýri vildi vera við, at nýggja aðalráðið fór ikki at kosta skattaborgarunum nakrar pengar, tí talan var bara um at skifta um skrivstovur og skrivaraborð.  

Nú er støðan, at Starvsfelagið sigur sínum trúgvu leiðarum upp uttan ávaring og hoyring, tí felagið er so freistað av fíggjarliga lokkandi tilboðnum frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Okkum er greitt, at rættarstøðan veitir okkum onga vernd ímóti ríkari kappingarneytum á húsamarknaðinum, men tað frítekur ikki landsins stjórn frá at vísa umhugsni og fyrilit í síni atferð. 

Nevndin fyri leigararnar í Smæruni heitir á landsstýrið um í tøkum tíma at bøta um skaðan og leita upp alternativa loysn beinanvegin.

Við heilsan
Nevndin fyri Smæruleigarar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo