Landbúnaðurin í Ukraina hevur mist næstan 80 milliardir dollarar - svarandi til umleið 551 milliardir krónur - í inntøku síðani innrásina hjá Russlandi fyri skjótt tveimum árum síðani.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters, sambært DR.
Tølini eru frá eini analýsu hjá Kyiv School of Economics.
Tapið er antin beinleiðis ella óbeinleiðis staðist av innrásini, sambært analýsuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo