Visit-faroeislands.fo: Hetta seinasta árið hava Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnurin skipað eina verkætlan við endamálinum at lýsa grundarlagið at menna føroysku landbúnaðarferðavinnuna. Úrslitini frá nýskapandi verkætlanini vóru løgd fram á stórum almennum tiltaki í Løkshøll fríggjadagin.
- Í Føroyum eru kanska fleiri sum halda, at ferðavinna og landbúnaður standa í andsøgn til hvønn annan. Hendan verkætlanin lýsir tó ótrúliga væl, hvussu hesar vinnurnar kunnu samstarva og røkka felags málum. Við eini sterkari landbúnaðarferðavinnu síggja vit eisini týðandi virði fyri okkum sum samfelag millum annað innan varðveitslu og menning av føroysku búnaðar- og matmentanini, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum
Í nýggju menningarætlanini Heim hjá Visit Faroe Islands verður dentur lagdur á, at ferðavinnan kann vera virkin leikari at styrkja, varðveita og menna heimland okkara.
- Ein styrkt landbúnaðarferðavinna kann bjóða fullkomnu føroysku upplivingina. Vit hava rávørurnar, nátturuna og menniskjuni. Okkara felags uppgáva verður nú at fáa sum mest burturúr samanrenningini, so vit kunnu bjóða føroyingum og vitjandi møguleikan at royna ektaðar staðbundnar upplivingar við høgari góðsku, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands
Verkætlanin at menna eina sterkari landbúnaðarferðavinnu í Føroyum heldur áfram, og í 2024 verður dentur lagdur á at seta fyrstu átøkini í verk. Fyrsta átakið verður eitt íverksetanarskeið innan landbúnaðin, ið er eitt samstarv millum Visit Faroe Islands, Hugskotið og Visit Tórshavn. Til ber longu nú at tekna seg til skeiðið á www.hugskotid.fo
Frágreiðingin við kunning um ítøkiligu átøkini innan landbúnaðarferðavinnu kann heintast á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands á www.menning.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo