Kreppurakta Stoke City hevur í boðað frá, at felagið hevur sett fyrrverandi Aston Villa og Wolverhampton venjaran Paul Lambert í starv.
Hetta skriva fleiri enskir miðlar í dag.
48 ára gamli Lambert tekur við eftir Mark Hughes, ið fekk sekkin herfyri.
Lambert varð sjálvur sagdur úr starvi í Wolves eftir kappingarárið í fjør.
Tað hevur ikki gingið nakað serliga væl hjá Stoke City í Premier League í ár. Felagið liggur í løtuni á einum 18. plássi í deildini og skal í kvøld á vitjan hjá Manchester United á Old Trafford.
The Independent skrivar, at skotski Lambert var ikki meira enn triðja valið hjá Stoke City at taka við eftir Mark Hughes. Hinir báðir kandidatarnir, ið vóru frammanfyri hann á listanum, men sum ikki valdu at taka við starvinum, vóru, sambært The Independent, Quique Sanchez Flores og Martin O´Neill.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo