Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Laksatorgið, sum er afturvendandi summartiltak hjá Runavíkar Kommunu, verður aftur á skrá. 
Havnalagið niðri á Støð á Glyvrum er karmur um stóra Laksatorgið. Bátafelagið spílar seg aftur í ár út, og til høvi verða kør sett upp við alskyns sjódjórum í.

Skráin verður kunngjørd í næstum, men vit kunnu avdúka, at ein góð skrá verður sett saman og fevnir um undirhald til bæði børn og vaksin. Stór grill og tjøld verða á økinum, har m.a. ókeypis smakkroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa. Virkið hjá Bakkafrosti letur dyrnar upp fyri almenninginum, har skipað verður fyri  rundvísing á virkinum, framløgum, tónleiki, umframt at ábit verður at fáa.

Stóra Sølutorgið verður á økinum. Talan er um alt frá leikamarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, kaffi, endurnýtslu, pannukøkum og mongum afturat.

Í næstum ber til hjá fólki at bíleggja sær borð til Sølutorgið. Boðað verður frá hesum á heimasíðuni hjá Visit Runavík.

Árliga Laksatorgið verður niðri á Støð á Glyvrum leygardagin 22. juli frá 10 - 16.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo