Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Hugnaliga Laksatorgið niðri á Støð á Glyvrum er vorðið eitt satt summar-hæddarpunkt í Runavíkar kommunu. Gleð teg til ársins Laksatorg, sum verður leygardagin 13. juli kl. 10-16.

Tað er Runavíkar kommuna, ið skipar fyri vælumtókta familjutiltakinum, og Bakkafrost veitir laks til mongu gestirnar.

Mangt spennandi er á rúgvusmiklu skránni. Eins og undanfarin ár verður stóra sølutorgið við sølu av alskyns vørum so sum prýðislutum, hondbundnum vørum, mati og mongum øðrum.

Eisini vera tónleikainnsløg við Signari í Homrum, SWAY, Tónajam (Nes sóknar Musikkskúli) og Ævintýraferðini - ið bæði børn og vaksin kunnu gleða seg til. Harumframt koma Angela og Hannibal at undirhalda børnunum, og Kæti skipar somuleiðis fyri barnaundirhaldi. Møguleiki verður eisini fyri ponyríðing, ókeypis kajakktúri og øðrum.

Dámar tær havsvimjing, tak so svimjiklæðini við, tí eitt hanagleiv frá økinum liggur fjøran við ósan á Glyvrum, og har eru frálíkar svimji- og dyppingarumstøður.

Bakkafrost hevur opið hús fyri almenninginum, og vitjandi fáa m.a. møguleika at síggja framleiðsluvirkið.

Regin Jacobsen, stjóri, hevur framløgu, og Jens Marni syngur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo