Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum er aftur í ár karmur um Laksatorgið, ið er stóra summartiltakið hjá Runavíkar kommunu. Ponyríðing, vaflur, ullísar, kappingar, undirhald og harmonikutónar seta dáma á dagin.

Stór grill verður sett upp, og fleiri tjøld eru á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi, og onnur nýggj leggjast afturat. Stóra sølutorgið við alskyns vørum letur upp kl. 10.00. Leikur, prýðislutir, søla av bundnum vørum, gávulutum og endurnýtsla eru millum mongu tilboðini. 

Tey bæði - Salmona og Gullaksa - skipa allan dagin fyri kappingum og bjóða fólki at royna sjóselfie. Pallurin er mitt á økinum, har tónleikur og Ævintýrferðin eru á skrá. Økið er væl skipað, strondin Glyvra Beach er skamt frá, har m.a. høvi verður at leypa á sjógv ella royna skreiðibreytina – so hví ikki taka svimjiklæðini við eisini ?  

Laksatorgið verður 24. juli frá kl. 10:00-16:00 niðri á Støð á Glyvrum.

Skráin fyri dagin:

10.00: Økið letur upp

10.30: Jens Marni

11.30: Salmona og Gullaksa

13.00: Signar í Homrum

14.30: Ævintýraferðin

15.15: Salmona og Gullaksa

16.00: Liðugt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo