Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Árliga Laksatorgið verður niðri á Støð á Glyvrum í morgin leygardagin 20. Juli kl. 10.00. Tiltakið sýnir, hvussu væl einstaklingar, kommunan, handilslívið, vinnan og áhugabólkar standa saman um at fjálga um trivnaðin og bjóða tað fram, sum eyðkennir økið.

Byrjað verður kl. 10, tá sølutorgið við alskyns vørum letur upp. Talan er um alt frá  leikamarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, ymiskum fiski, kaffi, pannukøkum, endurnýtslu og mangt afturat.

Bátafelagið spílar seg út og tey hava snøggað økið frammanfyri húsini hjá Bátafelagnum. Til høvið hava tey sett fleiri kør upp við alskyns sjódjórum í. Frá kl. 10:00 skipa tey fyri kapp- og hugnasigling og bambustráður eru til láns.

Ein stór grill er sett upp á økinum, og Bakkafrost bjóðar ókeypis smakkiroyndir av laksi og í teltinum verða fleiri aðrar smakkiroyndir av laksi at fáa.

Neystið niðri á Støð er umskapað til eina sera sjáldsama og forvitnisliga café og framsýning um skónir. Tað eru Anette Sonne og Olga Maria Djurhuus, sum ávikavist sýna fram og hava sett saman eina serstaka matarskrá til Café Igulker. 

Pallurin er mitt á økinum. Eins og undanfarin ár er ein góð skrá sett saman bæði til børn og vaksin. Jens Marni og Signar í Homrum spæla á pallinum og børnini fáa vitjan av Trøllapæturi við familju og Angelu og Hannibal. Ponyríðing, boing bóltar og andlitsmáling eru eisini til børnini, eins og harmonikutónleikur er á staðnum.

Í sambandi við Laksatorgið á Glyvrum, hava handlarnir í Runavíkarøkinum opið til kl. 16.00.

Sum nakað nýtt hevur Bakkafrost opið hús og opið skip á degnum frá kl. 12:00-14:00. Møguleiki verður fyri at síggja Hans á Bakka og kryvji- og portiónsvirkið. Regin Jacobsen, stjóri fer at hava ein framløgu. Smakkiroynir og tónleikur seta eisini seta dám á dagin.

Tað er Visit Runavík, sum skipar fyri Laksatorginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo