Nettosølan hjá byggi- og anlegsfyritøkuni Articon við heimstaði í Havn minkaði úr nærum 500 mió kr í 2020 til góðar 338 mió kr í fjør, sum má sigast at vera ein stór minking. Tað sást sum vera man aftur í bruttovinninginum, og hóast starvsfólkakostnaðirnir minkaðu úr 150 til 111 mió kr, og avskrivingar og aðrar útreiðslur eisini minkaðu, so endaði úrslitið á stívliga 16,8 mió kr sum er næstan 4 mió kr minni enn árið frammanundan.
Leiðslan er nøgd við úrslitið sum eftir umstøðunum gjørdist nakað betri enn væntað, verður sagt í frágreiðingini. Trupulleikin skal millum annað finnast í koronufarsóttini, og at fleiri stórar verkætlanir eru útsettar.
Leiðslan hevur heldur betri vónir um framtíðina, men vísir í sama viðfangi á, at kríggið í Ukraina hevur fingið prísin á rávørum at hækka nógv, eins og tað framvegis er ein stór avbjóðing at fáa fatur á skikkaðari arbeiðsmegi
Fíggjarstøðan javnvigar við 269 mió kr, eginognin er 117 mió kr.
Jón Sigurdsson er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo