Summar Festivalurin: Dugnaligu og royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava framførslu á ársins Summar Festivali.
Tær hava verið við í ymiskum bólkum og kórum og hava eisini stigið fram sum solistar.
Laila var eitt nú við í bólkinum Carlsen, sum í 2018 luttók í danska Grand Prixnum.
Malan Eyðunsdóttir var á sinni songkvinna í Mark No Limits, og hon hevur givið tónleik út undir egnum navni.
Laila og Malan hava framført nógv saman, og tær vóru báðar við í væl umtókta bólkinum Flamma. Tær eru sterkar sum solistar, og tær eru framúr sum kórsangarar.
Í august framføra tær á Summar Festivalinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo