Mett verður at dómarin í hoyringini í dag fer at avgera um poppstjørnan skal fáa fult frælsi ella ikki.
Hoyringin í Stanley Mosk Superior Court í Los Angeles byrjar sambært Yahoo Entertainment klokkan 21.30 okkara tíð.
Og tað verður dómarin Brenda Penny sum skal avgera lagnuna hjá Britney. Hon hevur fyrr avvíst eitt krav um at strika pápan Jamie Spears sum verji.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo