- Í ár er hjálparískoyti til láglønt 12.000 krónur, men á nýggjárinum verður hetta avtikið og ístaðin kemur eitt orkuískoyti á 5000 krónur, tað vil siga 7000 krónur minni, vísti Jørgen Niclasen millum annað á undir viðgerðini av uppskotinum um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Orkuískoyti til húski í 2024, 2025 og 2026).
Bæði ískoytini eru galdandi fyri húski sum hava eina inntøku ið er minni enn 275.000 krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo